Orka til
fyritøkuna

Verið tað seg fyritøkuna ella firmabilarnar, so eru vit í Magn altíð til reiðar. Við góðum tænastum, góðum ráðum og ikki minst góðum prísum veita vit fyritøkuni hita, orku og tryggleika til arbeiðsdagin.

Image

Føst áfylling til oljutangan

Visti tú, at vit veita fasta áfylling? So sleppa tit frá at ringja til okkara, tá ið tangin er um at vera tómur. Og tað besta? Tað er púrasta ókeypis.

Árligt eftirlit við oljufýringini

Við okkara hitatænastu kunnu tit taka tykkum av løttum. Vit koma hvørt ár at reinsa, kanna og stilla oljufýringina og ketilin.

Image

Magnkortið

Magnkortið kunnu tit brúka á øllum Magnstøðum. Tað ger tað bæði skjótari og neyvari hjá starvsfólkunum at avgreiða viðurskifti hjá okkum. Og fingu vit nevnt, at kortið er ókeypis?