Hitatænasta

Lat okkum reinsa oljufýringina og ketilin fyri teg.

Hitatænastan hjá Magn fevnir um árligt eftirlit, sum inniber reinsan av oljufýring og ketli, kannan og stillan av oljufýring. Og harumframt verður eisini skorsteinsgjóstur kannaður. At oljufýrið er rætt stillað verður tryggjað við eftirlitsmátingum. Øll úrslit verða skrásett í eftirlitsbók, har tað eisini sæst, hvør hevur gjørt hvat og nær.

Um hitatænastuna er annars at siga, at tænastan er tín besta trygd fyri eini vælvirkandi oljufýrsskipan. Tvs. eingin óneyðug oljunýtsla og munandi minni vandi fyri sótskaðum. Um skaði kortini skuldi hent, kanst tú staðfesta yvir fyri tryggingini, at tað ikki er orsakað av misrøkt.

Ert tú við í hitatænastuni, eru øll vanlig uppkall ókeypis, tó verður goldið fyri eykalutir. Eisini verður goldið fyri neyðútflýggjan av olju, um tú ikki hevur meldað teg til sjálvvirkandi áfyllingarskipan.

Tænastan er ein haldaraskipan, ið er galdandi eitt ár fram í tíð.

HITATænastan er virkin hvønn dag í árinum.

Yrkadagar frá kl. 8 til 22
Vikuskifti og halgidagar frá kl. 10 til 22

Góðskutryggjað hitatænasta

Hitatænastan hjá Magn fevnir um árligt eftirlit, sum inniber reinsan av oljufýring og ketli, kannan og stillan av oljufýring. Og harumframt verður eisini skorsteinsgjóstur kannaður. At oljufýrið er rætt stillað verður tryggjað við eftirlitsmátingum. Øll úrslit verða skrásett í eftirlitsbók, har tað eisini sæst, hvør hevur gjørt hvat og nær.

Um hitatænastuna er annars at siga, at tænastan er tín besta trygd fyri eini vælvirkandi oljufýrsskipan. Tvs. eingin óneyðug oljunýtsla og munandi minni vandi fyri sótskaðum. Um skaði kortini skuldi hent, kanst tú staðfesta yvir fyri tryggingini, at tað ikki er orsakað av misrøkt.

Ert tú við í hitatænastuni, eru øll vanlig uppkall ókeypis, tó verður goldið fyri eykalutir. Eisini verður goldið fyri neyðútflýggjan av olju, um tú ikki hevur meldað teg til sjálvvirkandi áfyllingarskipan.

Tænastan er ein haldaraskipan, ið er galdandi eitt ár fram í tíð.

Vilt tú vera við í
hitatænastuni?

Set teg í samband við okkum