Magnkort

Magnkortið kunnu tit brúka á øllum Magnstøðum. Tað ger tað bæði skjótari og neyvari hjá starvsfólkunum at avgreiða síni viðurskifti hjá okkum.

Tað besta? Magnkortið er ókeypis.

Fyrimunir

Magnkortið er eitt kredittkort, sum bert kann nýtast á Magnstøðunum. Fyrimunir við tí eru:

  • Skjótleiki
  • Kreditt
  • Neyvari útreiðslustýring

Magnkortið kann nýtast bæði av einstaklingum og fyritøkum, har talan eisini kann vera um at fáa kort til fleiri akfør. Til privata nýtslu ber eisini til at fáa kort, antin til tað eina akfarið, ella til fleiri. Kortið kann eisini nýtast til Magn-bátaanleggini, ið eru uppsett kring landið. Tað eru 3 ymiskt sløg av Magnkortum, ið eru snikkað til eftir tørvi:

  • Viðskiftakort 1 - kann bert nýtast til brennievni
  • Viðskiftakort 2 - kann nýtast til brennievni, bilvørur og bilvask
  • Viðskiftakort 3 - kann nýtast til brennievni, bilvørur, bilvask og kioskvørur

* Tað er 18 ára aldursmark at bíleggja Magnkort.

Bílegg MAGNkort

Takk fyri tín fyrispurning. Vit venda aftur skjótast gjørligt.
Okkurt gekk gali. Royn umaftur.