Føst áfylling
til oljutangan

Við fastari áfylling sleppur tú frá at ringja til okkara, tá ið tangin er um at vera tómur.

Tað besta? Tað er púrasta ókeypis.

Hví fasta áfylling?

Altíð fullan tanga

Vit tryggja, at tú ongantíð stendur og manglar olju.

Altíð lægsta prísin

Tú tryggjar tær lægsta prísin – 12 dagar áðrenn og 12 dagar aftan á áfylling.

Altíð sama gjald

Ongar knappligar oljurokningar. Tú rindar tað sama hvønn mánað.

Hvussu gongur
tað fyri seg?

  • Tú gevur okkum upplýsingar um bústað og annað, sum vit síðani skráseta í okkara skipan.

  • Vit gera síðani útrokningar út frá stødd á tanga, miðalnýtslu av olju umframt veðri og vindi.

  • So vita vit – og tú – akkurát nær og hvar, vit koma og fylla í oljutangan.

Betri fyri umhvørvið

Tá ið tú hevur fasta áfylling, tekur tú eisini hond um umhvørvið. Tú hjálpir okkum nemliga við at leggja koyringina til rættis, so at vit vita akkurát hvar og nær, vit skulu fylla á tangarnar kring landið – heldur enn at vit skulu koyra úr Signabø til Argir fyri síðani at fáa eina uppringing úr Kollafirði um at koma norðuraftur at fylla á.

Sostatt lættir hetta eisini um hjá okkara tangabilførarum, sum harvið kunnu arbeiða eftir føstum arbeiðstíðum.

Vilt tú hava
fasta áfylling?

Set teg í samband við okkum