Dátuverndar­kunning

Dátuverndarkunning - persónupplýsingar

Magn hevur sum fremstu uppgávu at veita orku og tænastur. Í samband við hetta leggja vit stóran dent á dátutrygd og at fara skynsamt um teir persónsupplýsingar, sum vit viðgera. Vit hava í hesum eisini tørv á at halda samband við okkara kundar, veitarar og aðrar samstarvsfelagar, og her niðanfyri verður stutt lýst hvussu vit viðgerða persónsupplýsingar í hesum arbeiði.

Magn er dátaábyrgdari

Magn er dátaábyrgari og vil tað siga, at vit hava ábyrgd av at tryggja, at allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við dátuverndarlógina.

Samskiftisupplýsingar

Magn P/F
Vestara Bryggja 10
100 Tórshavn
Telefon 347400
magn@magn.fo

Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 8 og 16.

Viðgerð og flokking av persónsupplýsingum

Sum kundi og samstarvsfelagi

Um teg sum kunda skráseta og goyma vit persónsupplýsingar, sum eru neyðugir fyri, at vit kunnu veita tær tænastur og halda tær skyldur vit hava til hvør annan.

Sama er galdandi fyri veitarar og aðrar samstarvsfelagar.

Hesir upplýsingar kunnu til dømis vera navn, bústaður, telefonnr, epost adressa, veitingarstaður, nummar pláta, gjaldsupplýsingar og aðrar upplýsingar, sum kunnu flokkast sum vanligir persónsupplýsingar.

Sum starvsfólk

Um starvsfólk viðgera vit persónsupplýsingar eftir galdandi lóggávu og í samsvari við sáttmála við Magn. Av upplýsingum viðgera vit navn, bústað, telefonnr, epost adressu, p-tal, konto nr og líknandi, sum kann flokkast sum vanligir persónsupplýsingar. Í serligum førum kann tó gerast talan um viðgerð av viðkvæmum upplýsingum, men hetta er tá antin við samtykki frá starvsfólkinum ella í aðrar mátar í samsvari við almenn lógarkrøv. Fyri hesar viðkvæmu persónsupplýsingarnar verða serliga strangar mannagongdir fylgdar dátuvernd fylgdar.

Onnur trygdarviðkomandi endamál

Vit viðgera eisini persónsupplýsingar í samband við ymiskar trygdarfyriskipanir. Tað kann vera í samband við eyðmerking av tær sum (teldu)brúkara, í samband við videoyvirvaking, (lykla)atgongd og nýtslu av talgiltum skipanum. Fyri at tryggja nøktandi trygdarstøði verður í samband við hesar fyriskipanirnar omanfyri viðgjørdar persónsupplýsingar so sum logging av login, IP-addressur, videoyvirvaking, logg fyri talgiltar lyklaskipanir o.l.

Víðarigeving av persónsupplýsingum

Í ávísum førum lata vit tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagar ella veitarar, sum til dømis hjálpa okkum við KT rakstri, marknaðarføring ella øðrum kanningum. Hetta verður altíð gjørt við umhugsni og í samsvari við sáttmála partanna millum. Hetta kemur eisini fyri í samband við til dømis uppkrevjing og inngjøld umvegis tekniskar innkrevjingar- og bankaskipanir.

Víðarilating av upplýsingum kann eisini fara til triðja part um hetta er okkum álagt – tað verði seg av TAKS, politinum ella øðrum almennum myndugleika.

Magn goymir flest allar persónsupplýsingar í Føroyum, og í teimum einstøku førunum persónsupplýsingar verða goymdir aðrastaðni, so er hetta í KT skipanum í ES við høgum trygdarstigi.

Sosialir miðlar

Magn hevur eisini andlit á sosialum miðlum. Yvirskipaðu dátuverndarpolitikkirnir fyri ymisku miðlarnar finst her:

Facebook (https://www.facebook.com/privacy/explanation)

Instagram (https://help.instagram.com/519522125107875?helpref=page_content)

Striking av persónsupplýsingum

Grundreglan er, at vit strika, anonymisera ella arkivera tínar persónsupplýsingar, tá ið endamálið fyri viðgerðini er uppfylt. Tað kunnu tó vera serliga ásetingar – til dømis í roknskaparlógini – sum áleggja okkum ella geva okkum heimild til at goyma persónsupplýsingarnar í longri tíð.

Tíni rættindi

Fyri øll viðkomandi er galdandi sambært dátuverndarlógini, at tey fyri sínar persónsupplýsingar hava:

  • Rætt til kunning
  • Rætt til innlit
  • Rætt til rætting
  • Rætt til striking
  • Rætt til mótmæli
  • Rætt til viðgerðaravmarking
  • Rætt til at seta seg ímóti automatiskari viðgerð
  • Rætt til dátaflutning

Dátaverndarábyrgdari

Tú kanst koma í samband við rakstrarstjóran, sum er dátaverndarábyrgdari á Magn, umvegis epost adressuna dpo@magn.fo

Kæra til dátaeftirlitið

Tú hevur altíð rætt til og møguleika fyri at kæra viðgerð av tínum persónsupplýsingum av Magn til Dátaeftirlitið:

Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
110 Tórshavn
+298 309100

dat@dat.fo