Magnstøðirnar lata uppaftur

Hósdagin 2. apríl lata vit handlarnar á Magnstøðunum uppaftur.
Vit hava tikið neyðug atlit fyri at tryggja okkara starvsfólk og tykkum viðskiftafólk fyri smittuvanda, og tí meta vit tað vera trygt at lata upp aftur.

Lat okkum minna hvønn annan á at halda hóskandi frástøðu, at spritta okkum um hendurnar og annars at fylgja væl teimum nýggju vegleiðingunum, sum kunnað verður um á okkara støðum.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum aftur.

Upp- og afturlatingartíðirnar eru fyrstu dagarnar hesar, men fara at verða tillagaðar sohvørt umstøðurnar loyva tí:

Tórshavn, Ringvegurin: Mán-Frí 07-23, Ley 08-23 og Sun 09-23
Gøtudalur: Mán-Frí 08-18 og Ley-Sun 10-20
Miðvágur: Mán-Frí 08-18 og Ley-Sun 10-20
Saltangará: Mán-Frí 08-18 og Ley-Sun 12-22
Klaksvík: Mán-Frí 12-22 og Ley-Sun 12-22
við Streymin: Mán-Frí 07-20 og Ley-Sun 09-20
Vestmanna: Mán-Frí 11-18 og Ley-Sun 09-15
Sandur: Mán-Frí 08:30-22, Ley 10-22 og Sun 08-11 og 14-22
Vágur: Mán-Frí 08-18 og Ley-Sun 10-20
Tvøroyri: Mán-Frí 07.30-20, Ley 08-20 og Sun 09-20
Tórshavn, á Frælsinum: Fyribils stongt
 

 

Ongar broytingar verða í veiting av olju og brennievni

Innflutningurin av olju til Føroya er í somu tryggu legu, sum hann altíð er, og okkara starvsfólk veita hvønn dag olju til skip, virkir og sethús, eins og vit altíð gera.

Vit skipa okkara innanhýsis arbeiðsuppgávur heilt øðrvísi, men vit veita framvegis tykkum og samfelagnum annars alt brennievni, smyrjioljuvørur og hitatænastu, sum vant. 

 

Skrivstova og goymsla stongd fyri persónligari avgreiðslu - men vit eru altíð at fáa fatur á

Eftir almennum tilmæli um at umskipa tær tænastur, sum kunnu avgreiðast, hóast hildin verður persónlig frástøða, so er okkara høvuðsskrivstova og vøruútflýggjan frá goymslum kring landið fyribils fram til 30. mars avmarkað fyri atgongd hjá viðskiftafólki. Vit arbeiða og eru tó tøk, sum alllar aðrar dagar á árinum, og tit kunnu fáa fatur á okkum umvegis telefon 34 74 00 ella á eposti Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. 

Veitingar við tangabilum, tænasta av hitaverkum, vøruveiting til privat og vinnu og Magnstøðirnar kring landið er alt partur av grundleggjandi tænastunum í okkara samfelagi, og hesar uppgávur røkja okkara starvsfólk framhaldandi ábyrgdarfult og í góðum samstarvi við tykkum viðskiftafólk. Vit takka í tí sambandi okkara viðskiftafólkum fyri, at tey eisini taka undir við og fylgja broyttu mannagongdunum fyri okkara alra besta.

 

Hvat við at nýta okkara tænastur á netinum?
 
- Bílegg olju