TANGABILFØRARI TIL MAGN

Vit sóknast eftir einum røskum og fyrikomandi persóni at røkja uppgávur innan tangabilkoyring. 

Starvsstaðurin er Tórshavn, men starvsøkið fevnir um stórar partar av miðøkinum – Streymoy og Eysturoy – og harumframt Sandoy.

 

Uppgávur í stuttum

• Útkoyring av olju til sethús, virkir og skip

• Útkoyring av diesel og bensini til Magnstøðir

• Aðrar uppgávur í hesum sambandi

 

Vit bjóða

Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. Av hesum fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upplæring og útbúgving.

 

Vit vænta

• At tú hevur stóra koyrikort „C“ við viðkomandi royndum

• At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva

• At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt

• At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð

• At tú ert væl fyri kropsliga

 

Okkara virði eru

• Kundin í fokus

• Vitan og førleiki leingi livi

• Skjótt er gott

• Gleði gevur megi

 

Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til

Andrias Jacobsen, flutnings- og goymsluleiðara, tel. 237470, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella Kára Sigvardsen, rakstrarstjóra, tel, 237430, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

 

Starvið verður sett skjótast tilber.

 

Um Magn

Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Høvuðsskrivstova okkara er í havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. 11 service-støðir bera MAGN-navnið, av hesum eigur Magn tær 6.

Vit hava oljugoymslur í Klaksvík og í havn, og mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Tilsamans eru vit 155 starvsfólk.