LESTRARSTARV Á KT-DEILDINI HJÁ MAGN

Um starvið

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligurm lesandi til KT-deildina á Magn. KT er ein sera týðandi partur av rakstrinum á Magn, og umsitur KT- deildin í tí dagliga hóp av skipanum og tøkni, sum stuðla undir, at Magn í tí dagliga kann veita kundum sínum væl skipaða, trygga og góða tænastu.

KT- deildin veitir innanhýsis tænastu til umsitingina, Magn-støðirnar, tangabilar og oljugoymslur, og tú kemur at arbeiða saman við teimum starvsfólkunum á KT- deildini og teknisku deild, sum halda tøkniligu hjólunum í fyritøkuni malandi.

Arbeiðsuppgávurnar koma at fevna um uppseting og røkt av KT-útgerð, brúkarasupport  í ymiskum KT- skipanum, og tú kemur eisini at luttaka í spennandi menningarverkætlanum. Starvið er á høvuðsskrivstovuni í Havn. 

 

Vit bjóða

Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl. KT- deildin fevnir sera breitt á Magn, og tú kemur at fáa innlit í fleiri ymisk virkisøki, sum kunnu geva tær virðismiklar royndir í mun til tín lestur og tínar framtíðar arbeiðsmøguleikar.

 

Um teg

Vit vænta av tær, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva. Tað er ikki altavgerandi, hvat tú lesur, ella hvør tín bakgrund annars er, men heldur skalt tú hava áræði, duga væl at arbeiða sjálvstøðugt, og so skalt tú trívast í einum gerandisdegi við skiftandi arbeiðsuppgávum. Tú hevur gott tev og áhuga fyri KT og tøkni, og tú heldur tað vera spennandi og gevandi at taka á seg og loysa avbjóðandi uppgávur. 

Vit hugsa, at tú hevur møguleika fyri at arbeiða eini 10-20 tímar um vikuna. Í felag finna vit útav, hvat hóskar best í mun til tín lestur og gerandisdagin annars.

 

Um Magn

Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn. 11 service-støðir bera Magn-navnið, av hesum eigur Magn tær 6.

Vit hava oljugoymslur í Klaksvík og í Havn, og mált eftir sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum.

Tilsamans eru vit 155 starvsfólk.

Okkara virði eru

  • Kundin í fokus
  • Vitan og førleiki leingi livi
  • Skjótt er gott
  • Gleði gevur megi

 

Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kára Sigvardsen, rakstrarstjóra, á telefon 237430, ella tú sendir honum ein epost á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2018.

Tú kanst antin senda umsøkn við eposti til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella við brævi til:

Magn P/F

Vestara Bryggja 10

FO-110 Tórshavn

Att.: Kári Sigvardsen