• “Vit vilja upplivast sum Føroya besti orkuveitari”
At vera Føroya besti orkuveitari er okkara fremsta mál. Og tað gera vit fyrst og fremst við at seta kundan í miðdepilin. Kundin er grundarlagið undir okkara virksemi. Miðdepilin í øllum okkara virksemi er kundin. Vit vilja vísa kundanum virðing og veita bestu tænastu, og kundin skal kenna á sær, at vit hava áhuga í honum og hansara tørvi.
 
Vit fremja hetta í verki við at taka skjótar og skilagóðar avgerðir - altíð við kundanum í miðdeplinum og uttan óneyðugt drál. Vit arbeiða hart og klókt, og eingin skal bíða óneyðuga leingi eftir okkara avgerðum ella okkara arbeiðsorku.
 
Tí svara vit, tá vit spyrja okkum sjálvi, hvat er okkkara visjón og langtíðarmál: Vit vilja upplivast sum Føroya besti orkuveitari.
 

Certificates:
ISO 9001:2008
ISO 14001:2004
OHSAS 18001:2007
Achilles – JQS Qualified