Missión
“Vit tryggja tær orku”
Hvat er ein missión ?
Missiónin lýsir orsøkina, at Magn er til. Hon er samstundis okkara lyfti til samfelag og viðskiftafólk. Hví eru vit her – hvat gera vit? Jú, vit eru her tí: “Vit tryggja tær orku”.
Hvat merkir missiónin ?
Orka er grundarsteinurin undir øllum lívi á jørðini. Orka tryggjar framburð, og uttan orku, steðgar alt upp. Eingin orka, einki lív. Tí lívið er orka, og orka er lív. Magn tryggjar, at hvørki tú, Føroyar ella føroyingar steðga upp. Líkamikið hvørji orku tørvur er á. Vit tryggja, at skip, húski, virkir, fólk og flutningstól hava nóg mikið av orku. Ein stór og týdningarmikil uppgáva er litin okkum í hendi. Men hon kann loysast. Av okkum.
Tí siga vit, at: “Vit tryggja tær orku”
Virði
Okkara virðir eru tey grundsjónarmið, sum Magn byggir á, og sum skapa tann hugburð, sum er grundarsteinurin undir øllum tí vit gera. Virðini eru hjartað í Magn og stýra okkara atburði. Tað eru hesi virði, hugburður og atburður ið tryggja, at Magn verður rikin á ein skilagóðan, tryggan og lønandi hátt. Soleiðis skapa vit virðir, ið eru eigarum, starvsfólki, kundum, samstarvsfeløgum og samfelagnum at gagni.
Okkara virðir eru hesi:
Eingin kundi, einki Magn. Kundin er grundarlagið undir øllum okkara virksemi, og tí er kundin miðdepilin í øllum tí, vit gera. Kundin skal hava bestu tænastu og virðing, og kundin skal kenna, at vit hava áhuga í honum og tørvi hansara.
Tað er ígjøgnum gjøgnum gott innanhýsis samstarv, at vit megna at seta kundan í miðdepilin. Góð tænasta og virðing fyri starvsfelaga okkara verður til góða tænastu og virðing fyri kunda okkara.
- Vitan og førleiki leingi livið
Vit halda ikki, vit vita! Einki er hálvgjørt á Magn, hvørki innanhýsis ella uttanhýsis, yvirfyri kundum, samstarvsfeløgum ella starvsfeløgum. Vit vita hvat vit hava við at gera, og vit síggja trupulleikan sum ein møguleika. Við áhaldandi fokus á vitan og førleikar mennast vit, okkara kundar og okkara virksemi.
Vit taka skjótar og skilagóðar avgerðir, og fremja hesar í verki uttan óneyðugt drál. Vit arbeiða hart og klókt, og eingin skal bíða óneyðuga leingi eftir okkara avgerðum ella okkara arbeiðsorku.
Tað skal vera gott og gevandi at arbeiða hjá Magn, at eiga Magn, at vera kundi hjá Magn og at samstarva við Magn. Nøgd starvsfólk geva nøgdar kundar, sum aftur gevur gott lønsemi og harvið nøgdar eigarar. Gleði og nøgdsemi eru sum eitt ljós. Tendrar tú tað fyri øðrum, so lýsir tað aftur á teg.
Visión
- “Vit vilja upplivast sum Føroya besti orkuveitari”
Visiónin er okkara leiðarstjørna, tað langtíðarmál vit arbeiða fram ímóti. Tá vit spyrja okkum hvat vit vilja verða, er svarið at vit “Vit vilja upplivast sum Føroya besti orkuveitari”.
|