04-11-2009 Vandamikið at lova óv nógv
Hayward søknast eftir øktari nýtsu av biobrennievnum
Forstjórin í BP, Tony Hayward viðgjørdi i framløgu síni á eini ráðstevnu í London herfyri, hvussu umráðandi tað er at hava eina veruleikakenda áskoðan, um hvussu skjótt skiftið skal fara fram, har vit fáa ein heim við færri fossilum brennievnum. Hann eftirlýsti samstundis eini øktari nýtslu av biobrennievnum.
Tony Hayward tosaði herfyri á “The Oil and money” ráðstevnumi í London. Hann kunngjørdi m.a. forsøgn frá BP, ið vísa á, at fossilu brennievnini framvegis fara at nøkta 80 % av øllum orkutørvi í 2030. “Tað er vandamikið at lova óv nógv óv tíðliga”, segði Hayward. “Gera vit tað, kunnu vit vænta, at allur tann globali innsatsurin bæði politiskt og økonomiskt verður óhollur, og tað hevur heimurin ikki ráð til”
Um komandi orkuráðstevuna, sum verður í Keypmannahavn í desember, segði Hayward: “ Hesin fundurin er bert eitt stig á eini ferð til ein heim, sum ikki er so tengdur at fossilum brennievnum. Men hendan ferðin verður long baldrugt.”
Sambært Hayward, so leggja tey á BP stóran dent at finna nýggjar veitingar av olju og gassi, so orkutørvurin, sum væntandi fer at økjast við 45 % næstu 20 árini, kann nøktast.
BP stjórin nevndi eisini, at menningarmøguleikarnir innan biobrennievni eru størri og betri sammett við el bilar.
(Kelda: International Herald Tribune)
|