26-11-2009 Gallup: Danir vilja ikki hava elbilar


Gallup: Danir vilja ikki hava elbilar.

 
 
Danska dagblaðið Berlingske Tidende hevur fingið Gallup stovnin at kanna hvørja áskoðan danir hava um elbilar. Einans 5% hava yvirhøvur hugsa um at ogna sær ein.
 
Sambært kanningini, so skyldast hetta ivasemi fyri elbilum væntandi álit á høvuðskomponentin í bilinum, nevniliga battarí’ini. Tað er tískil onki álit á, at battarí’ini hava eitt nøktandi haldbari, sum er neyðugt fyri dekka ein heilt vanligan koyritørv.
 
Kannigin vísir, at danir sum heild eru ógvuliga ivasamir um teir praktisku eginleikar í elbilunum. 19% av dønum, ið ikki hava hugsað um at ogna sær ein elbil, grundað tað við, at hesir bilar ikki metast at nøkta teirra koyritørv. 16% vísa á væntandi møguleika at løða bilin, har tey búgva, og 14 % meina, at tað er óv trupult at fylla orku á bilin.
 
Meira fæst at vita um kanningina her.
 
Kelda: Berlingske Tidende