Spariráð til bilin
Siktið við ráðunum er, at tú skalt kunna koyra bil púra vanliga og kortini spara besenútreiðslur.
1) Slepp undan harðligari koyring
Harðlig koyring kann økja um brennievnisnýtsluna við heilum triðingi í mun til varðliga koyring. Lat vera við at økja um ferðina ella bremsa harðiuga. Snara róðrinum sum minst.
2) Koyr í hægri gervi
Tess hægri gervi, tess lægri snúningsferð á motorinum, tess meira minkar brennievnisnýtslan. Skift í hægri gerv, tá tú kanst, uttan at pressa motorin.
3) Sløkk motorin, tá tú stendur stillur
Tómgongd brúkar brennievni. Sløkk motorin, tá tú bíðar eftir onkrum, og tendra ikki aftur fyrr enn tað er neyðugt.
4) Koyr hóvliga
Meira ferð økir luftmótstøðuna, ið krevur meiri brennievnisnýtslu fyri at halda ferðini. Ansa eftir, at snúningsmátarin ikki fer upp í tað reyða økið.
5) Koyr sum minst í meldurtíð
Slepp tær undan at koyra í nógvar ferðslu. Minni bíðitíð merkir, at tú sparir bensin.
6) Halt javna ferð
Heldur enn at seta motorin í frígervi í undanbrekku, eigur tú at varðveita sama snúningstalið. Tað merkir, at tú vinnur ferð, sum skal gagnnýtast heilt orkurætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.
7) Stilla motorin
Kanna og innstilla motorin. Ein rætt innstillaður motorur kann minka nýtsluna við upp til 4 prosentum. Skift tí olju og akta tilráðingunum frá bilframleiðaranum um serviceeftirlit.
8) Rætt dekktrýst
Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari og halda longur. 1 psi óv lágt dekktrýst kann økja brennievnisnýtsluna 3 prosent. Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum við óv høgum ella óv lágum dekktrýsti.
9) Ansa eftir vektini
Hvørji 45 kg í bilinum kunnu økja brennievnisnýtsluna við 1-2 prosentum. Tak óneyðugar lutir ella viðføri, ið økja um vektina, úr bilinum.
10) Lat vindeyguni aftur
Vindur, ið blæsir inn gjøgnum eitt opið vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um tú trýstir eitt sindur eyka á speedaran fyri at fáa ferð á aftur, økist nýtslan sjálvandi.
11) Brúka rætta olju
Nýt altíð ta av framleiðaranum viðmæltu dygdaroljuna, tí hon kann minka brennievnisnýtsluna 1-2 prosent. Betri motorolja kann eisini betra um motordygdina.
12) Kanna luftlitrini
Luftfiltrini halda óreinsku burturi, so motorurin ikki fær skaða. Við at skifta eitt typt luftfiltur kanst tú minka um besinbrúkið upp til 10 prosent og samstundis verja motorin.