Tað, sum eygað ikki sær – síggja vit.
Hvaðar fer orkan í bygninginum? Manglar bjálving? Eru húsini ótøtt? Eru kuldabrúgvar? Hvaðani kemur gjósturin? Er vandi fyri soppi? Ella kundi tú bara hugsað tær at kanna húsini áðrenn umvælingina, so at røttu umvælingarnar verða gjørdar? Nógvir eru spurningarnir. Tosa við okkum – vit hava møguliga svarið.
Termografering verður gjørd við einum serligum myndatóli, sum skrásetir tær infrareyðu strálur, sum allir yvirflatar geva frá sær. Hesar strálur síggjast ikki við manna eygum, men infrareyða myndatól okkara umroknar hesar strálur til nágreiniliga hitan á yvirflatanum myndin verður tikin av. Magn hevur røttu útgerðina og fólk við røttu førleikunum til at svara nógvum av teimun ósvaraðu spurningunum tú hevur um bygningin.
Termografering er ein nýggj tænasta frá Magn. Okkara serútbúni termografistur kemur út við serliga myndatólinum. Myndir verða tiknar av øllum bygninginum, bæði innan og uttan, og termisk støðulýsing verður gjørd. Hetta gevur eina gott og nágreiniligt skjalprógv uppá hvørjum standi bygningurin er í.
Hvørjar spurningar fæst svar uppá við termografering? 
- Hvørjum standi ognin er í.
- Væntandi bjálving.
- Eru húsini tøtt, ella hvar fer orkan.
- Ósjónligir feilir kunnu finnast eitt nú fuktur og kuldabrúgvar.
- Til ber at síggja um tað fuktar og harvið um vandi er fyri soppi
- Hvar og hvussu skal umvælast.
- Skjalprógv av feilum í reklamatiónstíðini.
Vit kanna m.a:
- Bygningin innan og uttan.
- Bjálving í veggum og millum hæddir.
- Kuldabrúgvar.
- Trupulleikar við gjóstri.
- Fukt og rot.
- Rivur.
- Fukur.
- Vindeygu.
- Tøk
- Rør og gólvhita
Tað er sera umráðandi fyri eina og hvørja ráðgeving, at hendan er eftirfarandi. Tískil hava á Magn valt at serútbúgva orkuráðgeva okkara, Høgna Vilhelmsen innan termografering. Nógvar umstøður kunnu verða viðvirkandi til, at úrslitið ikki er nóg eftirfarandi, og er tað tískil av alstórum týðningi, at krøv eisini verða sett persóninum handa termografiska myndatólið. Høgni hevur síðan lokna útbúgving á heysti 2008, roynt og ment sína vitan og termisku útgerð, áðrenn hesi verða boðin Føroya fólki.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við Høgna um hesi viðurskifti, á teldupost bústaði: termografering@magn.fo |